Klaksvík:
Tað hevur gingið serstakliga striltið hjá nýggja meirilutanum í Klaksvíkar býráð at fingið ein fund um at gera arbeiðsætlanir og at manna tær ymsu nevndirnar frá hondini. Einar tríggjar ferðir er fundurin fluttur vegna forfall av ymsum slagi.
Nú er so borgarstjórin Steinbjørn Jacobsen farin til Danmarkar og verður burtur alla hesa vikuna. So nýggur fundur er ikki avtalaður fyrr enn í aðru viku.
? Ja, vit hava havt ótrúliga torført við at savna tropparnar, men vit hava sum so ikki so nógvan skund enn, sigur Jákup Mikkelsen, nývaldur býráðslimur hjá Fólkaflokkinum.
Hann sigur, at nevndirnar eru so gott sum mannaðar, men avgjørt er ikki at fara út við tí, fyrr enn arbeiðsætlanin fyri komandi fýra árini er gjørd.









