Ein nýggj kanning vísir, at ein meiriluti av føroyingum tekur undir við at føroyskar havnir verða stongdar fyri russiskum skipum. Og tað er eisini meiriluti fyri at forbjóða øllum útflutningi úr Føroyum til Russlands fyribils.
Eftir innrásina í Ukraina hava ES londini, og onnur vestanlond, sett handilslig tiltøk í verk móti Russlandi. Eitt nú eru fleiri vikur síðani, at Stórabretland noktaði russiskum skipum atgongd til bretskar havnir, og nú boðar ES frá, at russisk skip heldur ikki sleppa í ES-havnir.
Landstýrið hevur áður boðað frá, at tey seta somu tiltøk í verk, sum ES setur í verk. Men nú hevur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi gjørt eina spurnarkanning um hesi viðurskifti.
Og kanningin vísir, at tað er meiriluti fyri at nokta russiskum skipum at brúka føroyskar havnir. Tað er eisini meiriluti fyri at fyribils skulu føroyingar gevast við øllum útflutningi til Russlands. men kanningin vísir eisini, at tað eru rættiliga nógv sum ivast.
Sí talvurnar niðanfyri
##med2##
##med3##