Í øllum Føroyum er meiriluti fyri, at samkynd skulu sleppa at giftast borgarliga.
Tað vísir kanningin frá Gallup.
Í Suðurstreymoy er meirilutin størstur. Har siga 79 prosent, at tey eru fyri, meðan 17 prosent eru ímóti.
Minsta undirtøkan fyri er í Norðoyggjum – har meiriluti tó er fyri. Har siga 49 prosent seg fyri vera fyri, meðan 45 eru ímóti.
Í hinum oyggjunum er býtið soleiðis:
Eysturoy:
Ja: 50 prosent
Nei: 42 prosent
Veit ikki: 7 prosent
Norðurstreymoy:
Ja: 59 prosent
Nei: 32 prosent
Veit ikki: 9 prosent
Vágoy:
Ja: 64 prosent
Nei: 33 prosent
Veit ikki: 4 prosent
Sandoy:
Ja: 75 prosent
Nei: 25 prosent
Suðuroy:
Ja: 62 prosent
Nei: 31 prosent
Veit ikki 7 prosent










