Meiri vinnulív til Havnar

Vígdis Johannesen, Tórshavn, valevni fyri Tjóðveldi
------

Samsvar má vera millum vinnu, gransking og karmar í eini kommunu.
Tórshavn er ein býur við nógvum almennum virksemi, men gongdin seinnu árini er, at stovnar verða fluttir til aðrar kommunur, og soleiðis missur Havnin arbeiðspláss.
Tí er alneyðugt at fáa arbeiðspláss í primervinnuni til býin.
Tíbetur er komið væl áleiðis við at fáa fiskavirkið í býnum at lata uppaftur. Hetta verður gjørt í tøttum samstarvi millum politikarar, fakfeløg og vinnu.
Vit í Tjóveldi vilja tryggja, at jaliga gongdin í hesum umráðandi máli heldur fram, eisini eftir kommunuvalið.
Tórshavn er týðandi havnabýur. Verður rætt atborið, kann Havnin fáa enn størri týdning, um samstarvið í Norðurhøvum verður styrkt.
Eitt nú liggja vit væl fyri, tá hugsað verður um komandi farleið norður um Grønland.
Hendan nýggja møguleika og oljuvinnu mugu vit av øllum alvi búgva okkum út til eins og vit mugu stuðla væl upp undir at menna ferðavinnuna í høvuðsstaðnum.
Verður farið rætt og skynsamliga fram í øllum hesum lutum, skapar hetta nógv nýggj arbeiðspláss og harvið tann livandi býin, sum vit fegin vilja hava.