Eitt lágtrýst yvir Grønlandsfjørðinum sendir sunnudagin eitt brúgvalag við regni inn yvir Føroyar av vestri. Mánadagin kemur enn eitt brúgvalag yvir Føroyar. Tað tilhoyrandi lágtrýstið fer væntandi framvið Íslandi úr suðri og førir til nógvan vind í Føroyum týsdagin. Síðani breiðir eitt hátrýst seg yvir Føroyar av suðri og ger veðrið støðugari.
Leygardagin verður lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 2 til 7 metrar um sekundið, sum øtlar og verður upp í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt, men rættiliga skýggjað, men kanska onkur sólglotti. Hitin millum 10 og 13 stig. Um kvøldið øtlar hann aftur vindin og sunnunátt verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og út á náttina regn í støðum og hitin um 10 stig.
Sunnudagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 metrar um sekdunið, sum makar niður í lot til andøvsgul av útsynningi og vestri, 2 til 7 metrar um sekundið. Skýggjað og regn úr vestri og hitin millum 10 og 12 stig. Um kvøldið og náttina makar hann vindin niður í lítið lot av ymsum ættum, undir 5 metrar um sekundið. Sum frá líður verður turt og eina løtu klárar í. Hitin millum 5 og 10 stig.
Mánadagin øtlar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í strúk í vindi av suðri, 10 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og eina stund regn av suðri. Um kvøldið øtlar hann aftur vindin og um náttina verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 metrar um sekundið. Sum frá líður verður turt og klárt. Hitin alt samdøgrið um 10 stig.
Týsdagin verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri, 13 til 18 metrar um sekundið, sum snarar í ein útsynning og makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum 10 og 13 stig. Um kvøldið og náttina lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og partvís klárt, og hitin niður í millum 5 og 10 stig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul av útsynningi og suðri, 2 til 7 metrar um sekundið. Turt og sólglottar og hitin um 10 stig.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 metrar um sekundið, sum øtlar upp í gul til stívt andøvgsul, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt, men yvirhøvur skýggjað og hitin um 10 stig.









