- Er tað so, at útlendingar arbeiða í Føroyum fyri eina løn, sum er nógv lægri enn lønin er eftir føroyskum sáttmálum, kann tað sjálvsagt ikki góðtakast.
Tað staðfestir Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum.
Sum vit lósu á info uppundir vikuskiftið, hevði Havnar Handverkarafelag biðið um fund við løgmann um tað, at útlendskir handverkarar arbeiða í Føroyum fyri eina hungursløn upp á neyðars 50 krónur um tíman.
Les eisini: Til Føroya at arbeiða fyri 50 krónur um tíman
Talan er um arbeiðsgevarar, sum leiga sær útlendskar handverkarar, og hetta er ein máti, Eli Brimsvík, formaður í Havnar Handverkarafelag ikki er fegin um.
Endamálið at leiga útlendskar handverkarar, er at fáa teir til Føroya til eina heilt ávísa uppgávu, vit ikki hava førleika til at gera sjálvi. Tá ið so arbeiðið er gjørt, skulu teir so av landinum aftur, sigur hann.
Les eisini: Eru til reiðar at draga arbeiðsgevarar í rættin
- Men skulu útlendskir handverkarar til Føroyar annnars at gera vanligt arbeiði, skulu teir setast í starv og lønast eftir føroyskum sáttmálum.
Løgmaður hevði Henrik Old, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum við sær á fund, og hann sigur, at hetta er ein spurningur, tað er neyðugt at taka upp.
Les eisini: Ódámlig byrjan hjá Eli Brimsvík
Hann sigur, at hann skilur væl, at Havnar Handverkarafelag vil hava, at øll hesi viðurskifti eru í rættlag, og verða verandi í rættlagi, tí koma ov nógvir útlendskir handverkarar hendavegin, verða tað føroysku handverkararnir, sum verða tapararnir.
Hann sigur, at eitt, sum farið verður undir, er at venda sær til teir arbeiðsgevarar, sum hava útlendskar handverkarar og at greiða teimum frá, hvussu reglurnar eru.
- Hetta er ein máti, sum er royndur aðrastaðni við góðum úrsliti, og í Føroyum eru arbeiðsgevararnar so mikið fáir, at tað er ein uppgáva, sum letur seg loysa.
Hann sigur, at har ber til at greiða arbeiðsgevarunum frá, at eitt serloyvi at fáa útlendskar handverkarar til Føroya, er við tí endamálið at gera eina heilt ávísa uppgávu. Tá ið tann uppgávan er liðug, skulu teir av landinum aftur, men skulu teir flytast yvir á aðrar uppgávur, er neyðugt við einum nýggjum loyvi.
Henrik Old sigur, at tað er løgreglan sum hevur eftirlit við, at reglurnar verða hildnar, og landsstýrið fer eisini at venda sær til myndugleikarnar fyri at fáa eina avtalu ílag um, hvussu hetta eftirlitið skal umsitast í verki.









