Toslastovnurin í Norðsjónum er í menning, og fiskifrøðingarnir mæla til at økja kvotuna næsta ár Toskastovnurin í Norðsjónum hevur ment seg so nógv, at gýtingarstovnurin er metstórur, og sum heild er stovnurin oman fyri meðalstøddina.
Tað sigur ICES, sum tí mælir til at hækka toskakvotuna næsta ár. Tilmælið hjá ICES fyri árið í ár er 473.000 tons, men politikararnir samdust um at loyva skipum og bátum at veiða 525.000 tons. Tað hevur eftir øllum at døma ikki havt stórvegis ávirkan á stovnin, tí nú mælir ICES til, at kvotan næsta ár verður 577.500 tons.
ICES sigur í tilmælinum til tann politiska myndugleikan, at verandi toskafiskiskapur í Norðsjónum er burðardyggur, og at stovnurin mennist.