Higartil í ár eru góð 22.000 tons av svartkjafti fiskaði í føroyskum sjógvi. Tað er sambært veiðu, ið er fráboða til Vørn.
Sama tíðarskeið í fjør vórðu góð 33.000 tons av svartkjafti fiskaði í føroyskum sjóøki.
Enn eru øll nótaskipini ikki farin undir svartkjaft. Sambært heimasíðuni hjá Vørn er til dømis Tróndur í Gøtu ikki verið á svartkjafti enn.
Skipini, sum hava verið og eru á svartkjafta veiðu eru Christian í Grótinum, Fagraberg, Finnur Fríði, Jupiter, Norðborg, Norðingur og Næraberg.
Føroyska kvotan fyri svartkjaft í 2017 eru ásett at verða 476.901 tons. Fiskimálaráðharrin ásetir kvoturnar í samráð við Uttanlandsnevnd Løgtingsins.










