Tað hevur skapt fitt av øsing, at Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, millum jól og nýggjárs fekk handað ætlanarskriv frá stjóranum, Anniku Mittún Jacobsen.
Jón Brian Hvidtfeldt sjálvur afturvísti øllum ákærum í skrivinum, sum hann eisini mótmælti, og hann heitti somuleiðis á stjóran um at taka ætlanarskrivið aftur.
Kjarnan í málinum tykist vera, at tíðindaleiðarin ikki metir, at tíðindaparturin av sendiflatuni hjá Kringvarpinum verður nóg høgt raðfestur, og tað er hetta, ið Annika Mittún Jacobsen eftir øllum at døma skýrir samstarvstrupulleikar.
Hin grundgevingin í ætlanarskrivinum er ovurnýtsla av peningi í triðja ársfjórðingi 2009, men hesum hevur tíðindaleiðarin eisini afturvíst og sambært Jón Briani Hvidtfeldt sjálvum eisini dokumenterað.
Annika Mittún Jacobsen metir tó, at hesi bæði omanfyri nevndu eru so álvarslig mál, at hon hevur mist álitið á, at Jón Brian Hvidtfeldt megnar at reka tíðindadeildina við teirri játtan, sum er sett av til endamálið.
Og tí hevur hon sum nevnt sent tíðindaleiðaranum ætlanarskrivið, sum Jón Brian Hvidtfeldt so skal svara innan 14 dagar eru farnir frá 29. desember 2009 at rokna.
Miðlafólk mótmæla
Í gjár kom fram í miðlunum, at meginparturin av starvsfólkunum á tíðindadeildini hjá Kringvarpinum hevði skrivað undir eitt mótmælisskriv til stjóran har kravt var, at ætlanarskrivið verður tikið aftur.
»Vit hava fult álit á, at Jón Brian Hvidtfeldt hevur røkt sínar uppgávur eftir teimum umstøðum, hann hevur havt at arbeiða undir. ... Tí krevja vit, at ætlaða uppsøgnin av Jón Brian Hvidtfeldt verður tikin aftur«, skriva tey 17 starvsfólkini á tíðindadeildini.
Og nú hevur eisini felagið hjá fjølmiðlafólkum í Føroyum gjørt vart við seg. Í einari stuðulsfráboðan sigur felagið Føroysk Miðlafólk, at tey fult og heilt stuðla Jón Brian Hvidtfeldt í hesum máli.
»Allar vanligar mannagongdir í hesum sambandi, eitt nú viðvíkjandi ávaringum, eru lopnar um í hesum máli. Hetta kann sjálvsagt ikki góðtakast. Grundgevingarnar fyri uppsøgnini eru eisini, eftir fatanini hjá Føroyskum Miðlafólkum, púra burturvið og eru at fata sum eitt álop á royndina at verja tey journalistisku virðini og arbeiðshættirnir á ábyrgdarfullan hátt«, sigur felagið millum annað í skrivinum.
Í skrivinum lovar felagið eisini at rinda fyri løgfrøðiligan stuðul til Jón Brian Hvidtfeldt, og tað er ein týðilig ábending um, at felagið ikki ætlar sær at tosa uttan at handla.
Í hvussu er ber til at staðfesta, at seinasti leikurin í hesum talvi ikki er fluttur enn.