Ísraelsku myndugleikarnir hava góðkent, at 14 bústaðir verða bygdir í einum palestinskum øki í Eysturjerusalem. Tað sigur ísraelska sjónvarpið Channel One, sum eisini veit at siga, at tann nýggja búsetingin hevur fingið navnið Maale David.
Teir palestinsku myndugleikarnir hava longu fordømt avgerðina hjá ísraelsku stjórnini. Teirra samráðingarleiðari, Saeb Erekat, sigur, at leiðslan í PLO hevur biðið trygdarráðið hjá ST viðgera avgerðina.
Tann ísraelska byggingin í Eysturjerusalem og á Vestara Áarbakka er ein av teimum stóru stríðsspurningunum í viðurskiftunum millum Ísrael og palestinar.