Meiri skatt í Sørvági

1. ársfjórðing í ár hevur Sørvágs kommuna fingið 7,6 mió krónur inn í skatti

Sama tíðarskeið í fjør var upphæddin 7,3 mió. Hetta er ein øking uppá slakar 283.000 krónur, ella ein øking uppá 3,83%.

Meginparturin av økingini stavar frá økingini í mars í ár, sum var 254.216 krónur.

Kommunan hevur bara í mars í ár fingið 2,9 mió krónur, ímóti 2,6 mió í mars mánaði í fjør.