Við útbyggingini fáa næmingarnir tríggjar skúlastovur aftrat, eins og góðar umstøður, til eitt nú bókasavn og lærarar.
- Umstøðurnar hava verið heldur trongligar. Og tí gleða vit okkum til at fáa betri hølisviðurskifti, tá skúlaárið 2008/09 byrjar, sigur skúlaleiðarin, Eydna Midjord í Hósvík við Sosialin.
“Ung” bygd
Í dag hevur Hósvíkar skúli tvær vanligar skúlastovur og eina minni, umframt at loftið í bygdarhúsinum verður lutvíst brúkt til skúlastovu.
At hetta arbeiðið verður gjørt kemur ikki av ongum. Staðfestast kann, at Hósvík er ein "ung" bygd og sum støðugt veksur: Í 1995 vóru 215 fólk í Hósvík, men í mars mánaði í ár var talið vaksið upp í 302.
Í dag eru 44 næmingar í skúlanum, og talið verður helst tað sama eftir summarfrítíðina.
Men í bygdini eru rættiliga nógv børn undir skúlaaldur, og sum skilst standa fólk á bíðilista til at fáa grundøki í Hósvík.