Kári hevur fylgt dúgliga við orðaskiftinum um ætlaða handilsdepilin í Klaksvík.
Ætlanin, sum varð løgd fram í fjør, miðar eftir at gera ein stóran handilsbygning og eina ítróttarhøll á sandinum, innast í sjálvari víkini.
Hesin handilsdepilin er eisini við í býarætlanini fyri Klaksvík tey komandi árini, og varð sjálvandi umrøddur á borgarafundi í Klaksvík um sama mál í heyst.
Fyri Kára hevur tað stóran týdning, at Klaksvík framvegis verður ein vakur og hugnaligur býur, har ein samstundis kann veita bátaeigarunum bestu sømdir.
Hann hevur tí sjálvur gjørt sær nakrar hugsanir og nakrar tekningar um hetta, og sum hann hevur fest á eitt ark. Eftir hesum uppskotinum kann økið kring víkina gerast eitt hugnaligt og attraktivt øki fyri býarfólkið og tey vitjandi.
- Her eru góðir møguleikar til tað, sigur Kári.
Festival og stevnur
Í stuttum fevnir uppskot hansara um at gera einar 4-5 bátabrúgvar aftrat á vestursíðuni, soleiðis at Klaksvík kann verða væl fyri at taka ímóti bátum sum vitja her á hvørjum ári.
Á eystursíðuni eru eisini góðir møguleikar fyri at fylla meiri út og útvega fleiri bátapláss eftir sama leisti, til gleði og gagns fyri bátaeigararnar.
- Eg hugsi serliga um Norðoyastevnu, Summarfestivalin og Sjómannadagin. Tá liggja nógvir bátar her. Ja, hví kundu vit ikki gingið á odda og veruliga givið teimum tær allarbestu umstøðurnar?
- Sohvørt sum Føroyar gerast meiri kendar úti í heimi sum ferðamannaland, fara helst enn fleiri stuttleikabátar at koma hendavegin. Her kundi Klaksvík gingið á odda við veruliga at havt eitt øki sum bátapláss, sigur Kári Poulsen.
Fjøruvegur
Tað snilda við uppskotinum hjá Kára er, at ein í veruleikanum fær tvey fyri eitt: Samstundis, sum ein fær fleiri bátapláss, kann ein gera ein veg runt um alla buktina, teir kalla.
Sum er finnast longu fleiri omankoyringar móti sjóvarmálanum, og varð ein sokallaður fjøruvegur - við gongubreyt, sjálvandi! - gjørdur allanvegin runt um víkina, so hevði hetta verið til mikið gagn, bæði fyri tey koyrandi og tey gangandi.
- Eg havi tosað við nógv fólk um útfyllingina inn í víkini. Tey eru samd um, at í løtuni er hon bara gjørd til eitt einstakt endamál - til handilsdepilin.
- Men her kundi ein fingið nógv burtur úr aftrat, tí her er nógvur bryggjukantur. Hesin kundi eisini verið vælegnaður til smábátar at ligið við, sigur Kári.
Besta stað
Tá Kári hyggur runt um víkina kann hann fegnast um fleiri vakrar bygningar.
Samstundis má hann við sorg ásanna, at nógvir av bygninginum og neystunum eru so illa farin, at tey eru beinleiðis ein skomm fyri býin. Fyri hesar er helst bert eitt at gera: At ríva teir niður.
Á fleiri av hesum støðum eru haraftrat góðar umstøður at byggja uppaftur snøggar bygningar, sum kundu prýtt almikið um víkina.
Kári hevur sjálvur tosað við menn sum hava skil fyri havnabygging og havnarløgum.
- Teir eru allir samdir um, at tað finst neyvan betri og meiri hóskandi stað at gera eina frálíka bátahavn, enn júst her í Klaksvík.
- Nú er so bara spurningurin, hvat politikarnir siga. Her er so í øllum førum eitt uppskot at taka støðu til, endar Kári.