Útlit eru nú fyri, at bæði Føroya Symfoniorkestur, og havrannsóknarskipið, Magnus Heinason, fáa hægri játtan.
Nú samgongan hevur lagt figgjarlógina fyri næsta ár, fram, er tað komið fram í Sosialinum og á in.fo, at Føroya Symfoniorkestur kann ikki yvirliva við eini játtan upp á eina millión, sum samgongan ætlar at lata orkestrinum.
Játtanin til orkestrið hevur ligið um eina millión í nógv ár, samstundis sum allir prísir hækkar. Av tí sama hevur orkestrið verið noytt til at avlýsa fleiri og fleiri konsertir og kemur ikki broyting í nú, noyðast tey at geva skarvin yvir, sigur Poul Jákup Thomsen, formaður fyri orkestrið.
Samstundis hevur Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, sagt, at við játtanini, sum ætlanin er at lata Magnus Heinason, verður neyðugt at avmarka virksemi og tað heldur hann er serstakliga óheppið, ikki minst nú vit royna av øllum alvi at byggja okkum eitt vísindaligt grundarlag upp fyri krøvum okkara um at hækka kvoturnar av uppsjóvarfiski.
Hetta hevur ikki verið fyri deyvum oyrum, tí nú heita politikarar á Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum um at kanna hesi viðurskifti nærri.
Í hesum sambandi heitir Mentanarnevndin hjá Løgtinginum á Fíggjarnevndina um at kanna játtanina til Symfoniorkestrið meiri nágreiniliga.
Samstundis heitir Vinnunevndin hjá Løgtinginum á Fíggjarnevndina um at tryggjar sær, at játanin til havrannsóknir samsvarar við tær uppgávur, ið eru álagdar Magnusi Heinason.
Annars eru nevndirnar hjá Løgtinginum á einum máli um, at samgongan hevur verið so ófør við spariknívinum, at tað ber illa til at finna fleiri sparingar og skilbøtingar.