Meiri pengar skulu seta ferð á USA

Amerikanski tjóðbankin fer at keypa statsobligasjónir fyri 3.200 milliardir krónur í einari roynd at seta ferð á amerikanska búskapin. Átakið, sum verður framt í fleiri stigum hetta til næsta summar, skal hjálpa bæði privatfólki og fyritøkum, sum framvegis hava trupulleikar orsakað av altjóða fíggjarkreppuni.

Tjóðbankin ella Fed, sum amerikanarar rópa hann, sigur í einari fráboðan, at tað hevur ikki gingið nóg skjótt at fáa ferð á framleiðsluna og at útvega fleiri arbeiðspláss.

-Nýtslan veksur í hvørjum, men hon er tálmað av tí stóra arbeiðsloysinum, ov lítlum inntøkuvøkstri og lágum húsaprísum, skrivar bankin í fráboðanini.

Tað eru ikki allir eygleiðarar, sum halda ætlanina hjá bankanum vera ta røttu. Summir vænta, at tann nýggi pakkin fer at seta ferð á inflasjónina.