Meiri makrelur til Tvøroyrar

Í gjár var Saksaberg á Tvøroyri við okkurt um 470 tonsum av makreli til virkið hjá Varðin Pelagic.

Saksaberg roynir bara við nót, og teir hava roynt norðan fyri Føroyar, men eitt sindur nærri landi enn hini makrelskipini. Reiðaríið skrivar á heimasíðuni, at tað er ikki so lætt at fáa makrel við nót í føroyskum sjógvi, sum tað er at patrola eftir makreli, men at Saksaberg hevur víst, at tað ber til.

Annars er ikki nógv eftir av makrelkvotuni hjá Saksabergi.