Børn og ung, sum eru tikin út heimi sínum, skulu frameftir hava meira í lummapeningi. Tað hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, gjørt av.
Hon sigur, at talan er um eina munagóða hækking, sum børnini og tey ungu fara at fáa um ársskiftið.
Børn og ung, sum eru tikin út heiminum, fáa eitt fast gjald í lummapeningi um vikuna, alt eftir aldri.
Upphæddirnar verða hækkaðar úr 24 krónum upp í 40 krónur um vikuna til børn, sum eru millum trý og seks ára gomul. Upphæddin hækkar líðandi eftir aldri, og til børn og ung, sum eru eldri enn sekstan ár, er talan um eina hækking úr 227 krónum upp í 275 krónur um vikuna.
Upphæddirnar verða prístalsviðgjørdar á hvørjum ári.
Tað er landið, sum rindar lummapening til børn, ið búgva á stovni hjá landinum. Kommunurnar rinda lummapening til børn, ið eru sett heiman og búgva hjá fosturforeldrum.