Tað eru ov nógv ivamál í sambandi við skipanina av fólkaskúlanum, og tað ávirkar arbeiðið og úrslitið.
Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlanum í Havn, vísti í Miðlahúsinum á, at gráu økini eru mong:
– Alt ov ofta verður spurt og ivast í, um tað nú er Mentamálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Almannastovan ella kommunurnar, sum eiga ábyrgdina, og um tað er ein ella fleiri ella kanska allir hesir partarnir, sum skulu játta pengar.
Ivamálini bera við sær, at ofta detta spurningar ósvaraðir niður ímillum, og tað er spell. Ikki minst tá ið tað snýr seg um næmingar við serligum tørvi.
– Ein bólkur hevur í fleiri ár arbeitt við at fáa skil á “grá-sonu” økinum. Tað hoyrist kortini einki um arbeiðið hjá hesum bólkinum, so hann arbeiðir ivaleyst ógvuliga gjølla, helt Hanus Joensen speiskliga fyri.
– Vit mugu hava trygd fyri dygd, men menningarætlanir at røkka hesum eru treytaðar av at gráa økið ikki longur verður litleyst.
Liðiligari skipan
Hanus Joensen heldur, at talan má verða um liðiligari skipan enn nú, og at tað eigur at vera nógv lættari, enn tað er nú at gera royndir og nýskipanir, og at tað eisini viðvíkjandi starvsfólkum eigur at vera størri liðiligheit í skipanini:
– Vit hava í okkara skúla dømi um, at skipanin er alt ov lítið liðilig. Um ein lærari t.d. eisini er sosialráðgevi ella kanska sálarfrøðingur, so eigur lærarin at hava møguleika á sama arbeiðsplássi at røkja uppgávur bæði sum lærari og t.d. sum sálarfrøðingur. Lærarin kennir skúlan innanífrá, og tað er sjálvsagt fyrimunur at hava sovorðnan sálarfrøðing. Sjálvandi skal lærarin fyri tann partin av arbeiðstíðini, sum verður nýtt til sálarfrøðingaarbeiði, fáa ta lønina, sum hoyrir tí arbeiðinum til, men hetta hevur víst seg ikki at bera til, og tað er spell, sigur skúlastjórin í Kommunuskúlanum í Havn.
Henda greinin er frá fundinum í Miðlahúsinum týskvøldið, har Suðurstreymoyar Javnaðarfelag varpaði ljós á fólkaskúlan. Í blaðnum í gjár – mikudagsblaðnum – vóru tríggjar síður um evni. Pláss var ikki fyri hesi greinini tá, og tí verður hon prentað nú.