Meiri lív í býnum

Nú allar pisurnar verða klaktar, fer meiri lív at verða í býnum. Ungdómurin, ið júst er liðugur við sína miðnámsútbúgving, vil fegin sleppa út at feira hesa hending, og tað fer eisini at seta sín serliga dám á býarlívið næstu dagarnar.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at flestøll skeinkistøð í høvuðsstaðnum í hesum sambandi hava fingið undantaksloyvi, so at tey næstu dagarnar kunnu hava longri opið enn vanligt gerandisdagar. Tí nyttar lítið hjá grannunum hjá mongu skeinkistøðunum at ringja á politistøðina at kæra sína neyð, um lív er í á skeinkistøðunum, hóast farið er um midnáttina.