- Næmingarnir hildu, at tiltakið var gott, og at tað var serliga gott at hoyra ein fyrrverandi misbrúkara greiða frá. Hetta fangaði betur, hildu tey, sigur Beinta Joensen, sum er fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi. Í prátinum eftir fyrilestrarnar skiltist, at nógv rúsevni ímillum tey ungu í dag, heilt úr Suðuroynni og norður til Klaksvíkar. Fleiri næmingar hava sæð sniffing og annað brúk av hørðum rúsevnum. Hash er sera vanligt, meðan sproyting høvdu fá sæð.