Í Russlandi heldur ein stórur meiriluti av fólkinum, at korrupsjónin í landinum vaks tey tíggju árini, Vladimir Putin sat í forsetaembætinum. Úrslitið kann tykjast eitt sindur óvæntað, tí bæði sum forseti og seinni sum forsætisráðharri hevur Putin havt júst bardagan ímóti korrupsjón sum eitt av sínum fremstu málum.
Kortini siga 60 prosent av russiska fólkinum, at korrupsjónin er versnað síðani aldarskiftið. Ein tilsvarandi kanning bleiv gjørd í 2005, og tá svaraðu 45 prosent, at korrupsjónin hevði vundið upp á seg, eftir at Putin var komin í Kreml.
Í teirri nýggju kanningini siga 16 prosent av teimum spurdu russarunum, at myndugleikarnir royna at steðga korrupsjónini.









