Meiri kavi á veg

Í kvøld og í morgin verður kalt, og tað fer aftur at kava

Danska veðurstovan sigur frá kulda og kava komandi tveir dagarnar.

Í kvøld verður kavaælingur og seinni fer at kava – hitin verður um frostmarkið.

Mánadagin roknar DMI við vátakava ella kava fyrst á degnum, men sum dagurin líður verður roknað við kavaroki. Hitin verður um frostmarkið.

Verður leitað eftir hitastigum, verða vit noydd at bíða til mikudagin, áðrenn tað aftur verða verulig plussstig – 2-7 hitastig.