Súni Olsen stríðist fyri at vinna sær pláss á AaB miðvøllinum, og nú verður kappingin uppaftur størri. Fríggjadagin keypti AaB ein miðvallara spælara afturat. Talan er um 24 ára gamla Benedict Vilakazi úr felagnum Orlando Pirates í Suðurafrika. Ítróttarstjórin í AaB, Lynge Jacobsen, sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at keypið ber við sær, at teir fáa uppaftur fleiri streingir at spæla uppá. -Nýggi spælarin hevur góðan bóltførleika, og hann hevur dygdir bæði í verjupartinum og framrættaða spælinum, sigur Lynge Jacobsen. Benedict Vilakazi hevur spælt 30 landsdystir fyri Suðurafrika, og sáttmálaskeiðið millum hann og AaB er fimm ár.