Meiri havísur í ár

Kanningar vísa nú, at havísurin í økinum kring Norðpólin minkaði ikki so nógv í summar, sum vísindafólk høvdu roknað við. Sambært teimum nýggju kanningunum var økið við havísi 5,1 milliónir ferkilometrar tann 10. september ella umleið eina millión ferkilometrar størri enn um sama mundið í 2007 og í fjør.

Vísindafólk á lærda háskúlanum í Colorado, sum hava gjørt kanningarnar, siga, at luftin í økinum kring Norðpólin hevur verið kaldari í ár enn í fjør.

Ein av vísindamonnunum, Walt Meier, sigur vbið BBC, at enn er tó ov tíðliga at siga, um árið í ár er nakað serstakt, ella um broytingin í hitalagnum er steðgað.