Meiri gull til Noreg

Emil Hegle Svendsen og Ole Einar Bjørndalen syrgdu fyri einum duppultum norskum sigri í 20 kilometurs skíðskjótingskappingini.

 

Men tað var tann yngri maðurin, Emil Hegle Svendsen sum fór við gullinum, og hann legði dent á, at avrikið hjá Tora Berger, sum vann gull í kvinnukappingini var ein stórur íblástur til avrikið.

 

- Eg eygleiddu Toru Berger, og hon var sera avgjørd í tí, sum hon gjørdi. Hon gav mær ta kensluna eg leitaði eftir, segði Emil Hegle Svendsen við norska kringvarpið aftaná at hava vunnið sítt OL-gullheiðursmerki.

 

Ole Einar Bjørndalen deildi silvurheiðursmerki við tann hvítarussiska Pavel Novikov. Av tí, at tveir íðkarar vóru javnir á silvurplássinum verður einki bronsuheiðursmerki handað í hesari kappingini.