Meiri gass enn mett

Sterling Resources, sum er fyristøðufelag á Breagh-fundinum, boðar í tíðindaskrivi frá, at niðurstøðan av kanning er, at nøgdin av gassi í Breaghfundi er størri enn mett

Breagh-fundi, sum Faroe Petroleum eru partur av, er í

blokki 42/13 í syðra partinum av Norðsjónum

Mett verður nú, at tað eru í millum 545 og 994 milliardir kubikkføtir av gassi í Breagh,

sum umroknað til olju, svarar til í millum 91 og 166 milliónir tunnur av olju.

Faroe Petroleum eigur 10% av loyvinum, har ein brunnur varð boraður í desembur

mánaða í fjør. Væntandi verða upp til tríggir leiti- og metibrunnar boraðir á Breagh í

2008.

Tað er bretska verkfrøðingafelagið RPS Energy Ltd, sum hevur gjørt kanningina, og

arbeitt verður nú við at meta um, hvussu nógv av gassinum kann útvinnast. Tann

kanningin verður væntandi liðug í mars mánaða.

Fullfíggjað tíðindaskriv sæst á: www.encoreoil.co.uk/pages/news/index.asp

20.02.08