Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út smábarnabókina Malja alt árið og myndabókina Hvat er klokkan, Malja
Lucy Cousins hevur skrivað og teknað bøkurnar Malja alt árið og Hvat er klokkan, Malja.
Dámar tær Malju, so fer tær eisini at dáma hesa litføgru bókina, Malja alt árið. Kom við og kanna eftir, hvat tey gera. Nú kanst tú vera saman við Malju alt árið!
Bókin er 12 bls. í litum, innbundin og prentað á haldgott papp. Hon kostar kr. 90 í bókabúðunum.
Hvat er klokkan, Malja. Er tíð at fara upp? Tíð at fara til handils? Tíð at spæla? Øll, ið dáma væl Malju, fara eisini at verða púra burtur í hesari tjúkku, litføgru bókini við stuttligari klokku. Snara pinnunum og lær klokkuna saman við Malju!
Bókin er 16 bls. í litum, innbundin og prentað á haldgott papp. Hon kostar kr. 110 í bókabúðunum.