Meiri frá Frank McCourt

    

Frank McCourt gjørdist kendur um allan heim av endurminningum sínum um fátæksligu barnaárini í bókini Angelas Ashes.

Ummælarar eins væl og vanligir lesarar tóku bókina til sín. Í Føroyum er Angelas Aske, sum danska týðingin eitur, nógv mest selda útlendska bókin seinastu árini. Frásøgukynstrið hjá Frank er so frálíkt, at tú frøist yvir hvørja síðu, hóast líðingarnar hann skal ígjøgnum eru ógvusligar. Bókin endar við, at Frank flytir til Amerika.

?Tis er tann amerikanska ferðin hjá Frank. Frá tí at hann kemur í land, avmergjaður innflytari við rotnum tonnum, bruna í eygunum og ongari útbúgving, til andsbornan frásøgumann og lærara. Bjargaður fyrst av einum reikandi presti, so av demokratiska flokkinum, harnæst av herinum og síðani av universitetinum í New York, sum loyvdi honum at royna seg hóast hann ikki hevði prógv frá nøkrum skúla. Bókin er skrivað í sama tóna sum tann fyrra, so lesarin veit, hvat hann kann vænta sær. Bókin ?Tis a Memoir er farin beinleiðis ovast á enska metsølulistan.