Nú skal ein heildarætlan gerast fyri, hvussu føroysk børn kunnu mennast málsliga. Tað heldur Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin. Hon hevur nú lagt uppskot fyri løgtingið um at landsstýrið skal gera eina heildarætlan fyri, hvussu børnini í Føroyum kunnu mennast málsliga. Í sama viðfangi skal landsstýrið eisini meta um, hvussu langa tíð tað tekur at seta eina slíka heildarætlan í verk og, hvat tað fer at kosta. Landsstýrið skal vera liðugt við heildarætlanina í seinasta lagi 6. apríl
Rigmor Dam staðfestir, at skulu børnini í Føroyum hava tilfar á føroyskum, er neyðugt at raðfesta tað og tí skulu vit stuðla framleiðslu og útbreiðslu av tilfari til børn.
Móðirmálið er samleikaskapandi og tí er avgerandi, at børnini brúka føroyskt í gerandisdegnum, í spæli, í miðlum, á stovni og í skúla, í frítíðartilboðum og heima við hús. Í hesum sambandi skal kannast, í hvønn mun tað ber til at fáa føroyskt mál í tøkniligu samskiftismiðlarnar, sum í løtuni eru á útlendskum, men Rigmor Dam heldur eisini, at undirvísingin í føroyskum skal styrkjast.
|