BYGGIVINNA
Byggivirkið KBH hevur bygt sær eina rúmliga og snotuliga arbeiðshøll innanfyri Oyrarnar á Toftum. Grundplanurin í høllini er 600 fermetrar, og í ovaru hæddini eru tvær ferðir 100 fermetrar við eitt nú skrivstovum, kaffistovu og wc’um.
Umsitingin hjá fyritøkuni er soleiðis í ovaru hæddini, og Helgi Johannesen, stjóri, sigur, at her er so mikið gott pláss, at umstøður eisini eru til at leiga onkrar skrivstovur út, um áhugi er fyri tí.
Meiri fleksibul
Stjórin vísir á, at byggihøllin ger virksemið hjá byggivirkinum meiri fleksibult.
- Her kunnu vit smíða elementir til ymiska bygging innandura, og vit hava góð amboð at arbeiða við. Eisini kunnu vit hava ymiskt á goymslu, eitt nú vindeygu og hurðar, sum skulu brúkast til ymisku arbeiðini. Vit liggja tó ikki inni við timbri, tí tað hevði fylt ov nógv upp, um so var, leggur hann aftrat.
Helgi Johannesen sigur, at tað er lættari at leggja arbeiðini hjá byggivirkinum til rættist, nú umstøðurnar innandura eru so góðar.










