Verður endurgjaldsskipanin sett aftur í gildi, hevði tað kunna skapt arbeiði til fólk, sum í dag eru arbeiðsleys og tað hevði fingið lív aftur í virki, sum í dag standa still, ella í besta føri, hava óstøðugt arbeiði.
Tað staðfestur Símun P. Jacobsen á Føroya Fiskavirking.
Í grein í Sosialinum í gjár søgdu bæði hann og Jógvan Gregersen á Vaðhorn, at verður almennur stuðul aftur latin til at innflyta frystan fisk til virkingar, kundi tað skapt arbeiðið til eini 400 fólk og samstundis hevði tað ført til eina virðisøking í samfelagnum upp á 150-250 milliónir
Landið hevði sosttatt fingið stuðulin fleiri ferðir aftur, eru teir báðir samdir um.
Nógv og støðugt arbeiði
- Ein stórur trupuleiki hjá Føroysku flakavinnuni, er ójøvn rávøru tilgongd, sigur Símun P. Jacobsen á Føroya Fiskavirking.
Hann nevnir sum dømi, at í 2002 vórðu 120.000 tons av botnfiski fiskað undir Føroyum, men í fjør er ikki talan um meiri enn eini 80.000 tons.
Men umframt stórar broytingar frá ári til ár, eru eisini sera stóra í einum ári.
- Fyrra hálvár er vanliga nóg mikið - ella kanska ovmikið - av fiski til, meðan tað seinna hálvár er alt ov lítið til.
Hann sigur, at hetta ger tað sera tórført at leggja eina virkisætlan til rættis, samstundis sum tað er tórført at gera fastar sáttmálar uppá liðugvøru.
Frysta rávøran hevur tann fyrimun, at tú avgert sjálvur, nær hon skal framleiðast. Hartil er góðskan javnari tí fiskurin verður frystur umborð, minn enn átta tímar eftir at hann er fiskaður og á virkinum verður hann tiðnaður í 12-16 tímar.
- So tilsamans er fiskurin minni enn eitt samdøgur gamal, tá ið hann verður framleiddur á einum virki og somuleiðis er liðugtvøran kend og góðtikin á marknaðinum, sigur Jógvan Gregersen.
Men skal frystur fiskur innflytast til virkingar á virkjunum kring landið, kostar tað eyka í farmagjaldi at flyta hann til Føroyar.
Og er harafturat talan um triðjalandsfisk, skal eisini tollur betalast av lidnu vøruni, verður hon flutt til ES.
Fyri flak er talan um toll, sum runt roknað er tríggjar krónur fyri kilo av teirri lidnu vøruni.
- Men tá ið vit, longu áðrenn vit byrja framleiðsluna, vita, at vit eru tríggjar krónur fyri kilo verri fyri enn okkara kappingarneytar, er tað óhugsandi, at vit kunnu fáa nakra gongd á virksemi við frystari rávøru, sigur Símun P. Jacobsen.
Jógvan Gregersen á Vaðhorn sigur, at verða umstøður at taka táttin upp aftur at virka innfluttan, frystan fisk í Føroyum, saman við feskum fiski frá føroyskum skipum, kunnu virkini hava javnari arbeiði, so at arbeiðsfólkið fær javnt sínar 40 tíma viku, og virkini fáa størri nøgdir og sostatt størri avkast.
Les tvær aðrar greinar í dagsins blaði um sama evni