Í meiri enn 20 ár hava fiskastovnarnir í Eystrasalti verið minkandi, men nú er vend komin í. Svenska blaðið Upsala Nya Tidning skrivar, at eitt nú toskurin og sildin eru rímiliga væl fyri nú og vísir til eina nýggja frágreiðing hjá altjóða havrannsóknarráðnum ICES.
Kortini mælir ICES til at skerja royndina eftir toski eitt vet, tí sambært ráðnum fer tað at tryggja, at stovnurin fer at framhaldandi at veksa. Hinvegin mælir ICES til at økja royndina eftir øðrum fiski so sum reyðsprøku og skrubbu.
Laksurin í Eystrasalti er eisini rímiliga væl fyri, at fiskifrøðingarnir mæla til varsemi. Teir vísa á, at hvør á hevur sín stovn. Laksurin í áunum har norðuri í Svøríki og Finnlandi er væl fyri, men at tað stendur ikki so væl til har suðuri, skrivar Upsala Nya Tidning.









