Frammanundan var hámarksferðin á teimum donsku motorvegunum 110 km/t, og tað er hon framvegis nógvastaðni. Men fyri tíggju árum síðani gjørdu politikararnir av at hækka hámarksferðina upp í 130 km/t á summum teinum, tí hildið varð, at har kundu umstøðurnar loyva tíð.
Men nú vísa kanningar hjá vegamyndugleikunum, at broytingin hevur eftir øllum at døma gjørt tað meiri vandafult at koyra á teinunum, har hámarksferðin er 130 km/t, og at broytingin hevur elvt til fleiri vanlukkur.
-Tað er sera tætt samband millum ferð og vanlukkur. Tess størri ferðin er, tess størri er vandin fyri einari vanlukku, sigur Stig Hemdorff hjá skaðanevndini við danska kringvarpið.
Vegamyndugleikarnir hava kannað, hvørja ávirkan tað hevði, at hámarksferðin bleiv hækkað úr 110 í 130 km/t. Kanningin umfatar tíðarskeiðið frá 2004 til 2008.
Niðurstøðan er, at hóast tað hava verið færri vanlukkur á teimum donsku vegunum, er talið á vanlukkum, sum eru hendar á teinum við 130 km/t hámaksferð, og sum hava kravt mannalív, vaksið 38 prosent.
Sama kanning vísir, at talið á fólki, sum hava fingið skaða í ferðsluóhappum á vegum, har hámarksferðin er 110 km/t, er minkað 40 prosent.
Útrokningar vísa, at veksur ferðin ein kilometur um tíman, elvir tað til 10 prosent fleiri persónskaðar.