Meiri ferð í Danmark

Danski løgmálaráðharrin, Lene Espersen, er nú til reiðar at broyta ferðslulógina, so tað verður loyvt at koyra við 130 kilometra ferð á fleiri motorvegum, enn stjórnin upprunaliga hevði ætlað. Sum er hámarksferðin á motorvegunum 110 kilometrar.
Upprunaliga uppskotið hjá løgmálaráðharranum var at loyva 130 kilometra ferð á fimm prosentum av teimum donsku motorvegunum. Samstundis skuldi hámarksferðin á helvtini av motorvegunum setast upp til 120 kilometrar um tíman. Men hetta helt stuðulsflokkurin hjá stjórnini, Danski Fólkaflokkurin, vera alt ov lítið. Flokkurin hevur kravt, at hámarksferðin verður 130 kilometrar á teimum flestu motorvegunum.
Donsku vegamyndugleikarnir skulu nú kannað, hvørji trygdartiltøk eru neyðug, skal hámarksferðin á motorvegunum setast til 130 kilometrar um tíman. Higartil hevur veriið mett, at hesi tiltøk fara at kosta einar 100 milliónir krónur.