Hetta er meiri enn ein torir at droyma um.
Tað sigur Árni G. Olsen, sølu- og marknaðarstjóri á Atlantsflogi í einum tíðindaskrivi í nátt.
Saman við Ferðaráðnum, fór Atlantsflog á sinni undir eina lýsingaherferð við tí endamáli at gera Føroyar kendar úti í heimi. Tað varð gørt soleiðis, at myndatól vórðu fest á seyðir og tey vístu so myndir frá har, seyðurin gekk.
Hetta var ein lýsingaherferð, sum vakti stóran ans, og Sheep View, sum tey kalla átaki, hevur vunnið fleiri virðislønir
Men í gjárkvøldið kom tann størsta av øllum, nevniliga , nevniliga virðislønin, tann Gylta Leyvan, sum Sheep View fekk í franska býnum, Cannes í gjárkvøldið. Harumframt eru tey í uppskoti til tvær aðrar heiðurslønir.
Endamálið við lýsingaherferðini var fyrst og fremst at breiða kunnleika um okkara lítla land út um heimin. Og Guðrið Højgaaard, stjóri í Ferðaráðnum, staðfestir í tíðindaskrivinum, at hetta hevur eisini av álvara sett sjóneykuna á Føroyar sum ferðamál.
Annars vóru yvir enn 41.000 umsóknir lætnar inn til hesa virðislønina, sum Sheep View so fekk.
Umframt Cannes hesa heiðurlønina, hevur Sheep View átakið frammanundan vunnið ymiskar heiðurslønir á World Media Awards, Danish Digital Awards, Epica Awards og Vega Awards, umframt føroyskar heiðurslønir á Vinnudegnum 2016 og frá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk.
Mett verður, at Sheep View herferðin hevði rokkið yvir tvær milliardir fólkum og hevur eitt lýsingavirðið upp á einar 300 milliónir krónur eksponeringar og eitt PR-virði á umleið 300 mió. krónur.
Tað eru lýsingafyritøkurnar, Sansir úr Føroyum og Liquid Minds úr Danmark, sum hava ment Sheep View átakið.