Meiri enn fýra mál í miðal

B68 er framvegis stigaleyst, B36 tykist vera betri fyri, enn tey flestu av hinum, men annars gongur alt framvegis í einum bólki

3. UMFAR SAMANUM

Veðrið var ikki í parti við fótbóltinum sunnudagin. Áarføri fleiri staðni og vindur darvaðu spælinum. Kortini varð spælt alla staðni. Onkra staðni í Eysturoy ? her verður hugsað um í Runavík og á Skála ? kundu teir havt útsett inntil mánakvøldið. Tað gjørdu teir ikki. Ivaleyst var tað tí, at eitt nýtt umfar longu er á skránni hósdagin.
Toppdysturin hesa ferð ? um tað so tíðliga í kappingini ber til at tosa um sovorðið ? var í Gøtu. B36 smurdi GÍ av í uppgerð, har tað ikki vóru nógvir málmøguleikar. B36 fekk fult burturúr trimum av fýra, og tá ið GÍ hevði sínar størstu møguleikar, stútaðu teir í stólpan og í hinum førinum hevði Tróndur Vatnhamar rimmar bjarging.
Gøtumenn tykjast ikki vera heilt so væl fyri, sum tað í steypakappingini og í fyrstu umførunum í landskappingini tóktust, at teir vóru. B36 er væl fyri. Hesa ferð vóru tveir veteranar skiftir inn, og tað fer ivaleyst at hava stóran týdning, at teir í B36 eiga so nógvar royndar spælarar at seta inn, tá ið aðrir kanska fara at verða skaddir ella leikbannaðir.
Eftir at fyrsti sættingurin er lagdur um, er B36 mest upplagda FM boðið. Stóri spurningurin er, hvussu tað fer at hilnast hjá Skála. Tað líkist ikki sørt gongdini hjá sandoyingum í 1989. Skála hevur ikki tapt enn, og tað er heilt við síðuna av tí, sum tað hevur verið hjá teimum hini bæði árini í bestu deildini. Ì fjør fingu teir ikki fult fyrrenn tað var komið langt út í juni mánað! Men Skála tykist eiga eitt spennandi lið, og nú mugu teir finna seg í at vera favorittar, tá ið teir hósdagin fara á Svangaskarð.

Málríkt
Í fimm landskappingardystum vórðu skorað 22 mál. Tað er rættuliga sjáldsamt, tá ið havt verður í huga, at tað burtursæð frá í Gøtu var tætt í øllum hinum uppgerðunum.
Tað var málríkast á Skála, men tað var eisini undirhaldandi og málríkt í Runavík, har heimaliðið vann 3-2, og í Klaksvík, har KÍ ikki megnaði meiri enn 2-2 móti EB/Streymi. VB tapti tepurt í Gundadali. Tað eru trý feløg, sum framvegis eiga fyrsta sigurin á. B68 hevur einki stig fingið, og EB/Streymur og VB hava fingið tveir javnleikir í part. VB hevði HB á krókinum, men meistararnir smoygdu trý stig í bksilumman, hóast teir stórar partar av seinna umfarinum vóru kroystir. Tað man boða frá, at HB fer at roynast væl, hóast teir avgørt ikki higartil í landskappingini hava sannført um, at teir eru upplagt boð upp á triðja FM heitið á rað.
Á Toftum siga teir seg ikki stúra so nógv, hóast stigatalvan vísir, at teir eru aftastir og framvegis stigaleysir. Tað er upp til B68 at prógva, at tað er nakað í tí, sum formaðurin sigur. Avrikini hava ikki verið serliga sannførandi. Ímóti NSÍ hekk tað í løtum væl saman. At teir síðstu løtuna tóktust sleppa endanum kostaði nógv.
Hósdagin verður nýtt umfar á skránni. Tá verður spælt soleiðis: B36-NSÍ, KÍ-GÍ, ÍF-HB, B68-Skála og EB/Streymur-VB. Allaruppgerðirnar tykjast rættuliga spennandi og perspektivríkar. Kanska sær B36 út til at vera størsti favoritturin, men NSÍ hevur ofta áður gjørt um seg í Gundadali. HB hevur ofta havt gott tak á ÍF í Fuglafirði. Fuglfirðingar hava staðið seg væl higartil. Men teir hava bara fingið trý stig burtur úr trimum teimum fyrstu umførunum í landskappingini. Nú fæst at síggja, um tað fer at roynast móti meistarunum.
Í Íslandi stóðu útisetarnir seg væl. Í Danmark megnaði Todi Jónsson at koma av beinkinum og gera vart við seg. Verri er støðan hjá teimum í Fremad Amager, sum framvegis hava ilt við at vinna sær fastar sessir.