Meiri enn eina hálva millión dýrari at keypa sethús í Havn

Prísirnir á sethúsum eru eksploderaðir – serliga í Havn

Í dag er tað næstan 600.000 krónur dýrari at keypa eini sethús í Havn, enn tað var fyri bara tveimum árum síðani. Tað vísa tøl hjá Hagstovuni, sum nú hevur gjørt støðuna upp.

Hesi bæði seinastu árini hava sethúsaprísirnir kring landið gjørt eitt rættiligt skarvslop upp eftir. Og tað er um alt landið, at prísirnir eru hækkaðir, men eyðvitað er tað mest í Havnini, at príshækkingin er stór.

Í 2018 kostaðu eini sethús í Havn slakar 2,7 milliónir krónur í men í fjør var miðalprísurin 3,3 milliónir, ella slakar 600.000 hægri.

Serliga stór var príshækkingin í 2019, tí tá vóru prísirnir á sethúsum í Havn 3,1 millión, ella 400.000 krónur hægri í miðal enn teir vóru í 2018 og í fjør dýrkaðu húsini so 200.000 afturat.

Fyri fimm árum síðani kostaðu eini sethús í Havn »bara« góðar 2,1 millión í miðal, so tað er serliga hesi seinastu fimm árini, at prísirnir av álvara eru farnir upp í loft, tí hesi seinastu fimm árini, er prísurin hækkaður heilar 1,2 millión í miðal.

Tað er eisini merkisvert, at nú kosta hús at kalla tað sama á smábygd sum tey gera á teimum størru bygdunum. Í 2018 kostaðu eini sethús á teimum størru bygdunum, góðar 1,3 milliónir í miðal og á smábygd kostaðu tey 1,1 millión í miðal. Nú er prísurin í teimim størru bygdunum hækkaður upp í 1,6 milliónir í miðal og á smábygd eru teir hækkaðir upp í góðar 1,3 milliónir í miðal.

Sum heild verða eisini fleiri hús keypt og seld. Í fjør vórðu 376 hús keypt og seld og í 2019 vóru handlarnir 314 í tali.  Fyri 10 árum síðani, vórðu bara 173 hús seld og keypt kring landið.