Tað verður ikki fyrrenn langt inni í næstu viku, at vit fáa at vita um maðurin, sum er ákærdur fyri rápsroynd í Norðdepli, er sekur ella ósekur.
Rættarmálið ímóti manninum byrjaði mánamorgunin og tað er longu nú greitt, at greitt, at rættarmálið fer at taka tað mesta av tveimum vikum.
Tilsamans er maðurin skuldsettur fyri 10 lógarbrot, har hann hevur játtað seg sekan í summum.
Men álvarsamasta málið er, at hann er ákærdur fyri at hava roynt at drepa fýra fólk í Norðdepli sunnumorgunin 14. juli í fjør
Men í hesum sambandi noktar hann seg sekan, tí hann sigur, at hann minnist einki frá hesum vanlukkuliga sunnumorginum, tá ið fýra fólk vórðu álopin og illa særd í Norðdepli.
Nógv vitni
Mánadagin legði ákærin teknisk prógv fram í málinum
og í gjár varð ákærdi maðurin avhoyrast, har hann fær høvi at greiða frá sínari søgu.
Dagurin í dag, hósdagurin og fríggjadagurin, skulu brúkast til at avhoyra vitni í og tilsamans eru eini 14-15 vitni, sum skulu avhoyrast.
Talan er um politistar, offrini og onnur, sum hava sæð og hoyrt nakað, ið hevur samband við ógvusligu hendingina í Norðdepli, ella fólk, sum kenna til viðurskiftini hjá tí ákærda.
Ákæruvaldið hevur eisini gjørt eitt stórt arbeiðið at endurskapa hendingini við sjónleikarum og tann filmurin verður eisini vístur í rættinum.
Ákærin sigur, at ein stórur partur av málinum verður, at hon fer at vísa, at ógerningurin var tilætlaður.
Eitt, ákærin hevur ført fram í hesum sambandi, er, at tá ið maðurin varð handtikin, vórðu klæðini illa blóðdálkað og royndir hava staðfest, at talan er um blóð fra onkrum av folkum, sum vórðu stungin og skorin.
Hinvegin var hann gullreinur um hendurnar og samstundis eru einir handskar funnir
Hon ætlar eisini at avhoyra vitni, sum kunnu greiða frá, hvørjar orsøkir tann ákærdi kann hava havt til at fara so ógvusliga til verka.
Verjin hjá tí ákærda mótmælti og helt ikki, at eitt vitni, sum ikki var til staðar, kundi siga nakað um eina møguliga orsøk til ógerningin
Dómur í næstu viku
Mánadagin fara ákæri og verji so at taka samanum og týsdagin verður eingin rættarfundur.
Mikudagin skulu teir 12 nevningarnir fyri seg sjálvar at taka støðu til um ákærdi er sekur ella ikki.
Koma nevningarnir til ta niðurstøðu, at maðurin er sekur, fáa bæði ákæri og verji høvi til at siga sína hugsan um, hvørja revsing, er hóskandi at hann fær. Og síðani skulu nevningarnir og dómari so aftur fyri seg sjálvi at áseta revsingina.
Tað er fullkomiliga ógjørligt at siga, hvussu langa tíð, nevningarnir hava um at taka støðu til ákærurnar, tí talan er um eitt rættiliga umfatandi mál.
Sat einsamallur á jólum
Maðurin, sum er ákærdur fyri drápsroynd ímóti fýra fólkum í Norðdepli, sunnudagin 14, juli í fjør, mátti sita avbyrgdur frá øllum øðrum á jólum.
Stutt fyri jól hevði onkur smuglað eina fartelefon inn í varðahldi til hansara og ta telefonina brúkti hann ein dagin til læsa seg inn á wc, har hann send unnustu síni SMS.
Í rættinum í gjár varð ført fram, at hann hevði ikki samskift við unnustuna um sakina, men hann hevði biðið hana smuglað eina mynd av sær sjálvari í varðhaldi til hansara, tí hann longdist so illa.
Hann visti ikki at siga, hví unnustan skuldi smugla myndina í varðhaldi, tí hon kundi bara havt biðið løgregluna flýggja honum myndirnar.
Men løgreglan uppdagaði, at hann hevði smuglað eina fartelefon í varðhaldið, og tískil varð hann avbygdur í einum kliva fyri seg sjálvan á jólum.
Frammanundan var avtalað, at hann skuldi fáa vitjan av næstringum á jólum, men tað varð alt avlýst, og sostatt helt hann jól einsamallur.