Hóast nógv hevur verið tosað um trivnað og happing í skúlanum, eru tað minni enn annarhvør skúli í Føroyum, sum hevur eina greiða trivnaðarætlan.
Tað vísir ein kanning, sum felagið Heim og Skúli hevur gjørt, skrivar Skúlablaðið.
Blaðið skrivar, at Mentamálaráðið hevur annars álagt øllum skúlum at hava eina trivnaðarætlan, men kortini eru tað bara 47 prosent av skúlunum í Føroyum hava eina greiða trivnaðarætlan.
Heim og Skúli sendi øllum skúlastýrum 41 spurningar um ymisk evni og av teimum 50 skúlastýrunum hava 29 skúlastýri svara.
Tað eru eini 60 prosent.
Tað undrar tey, at so fáir skúlar hava eina greiða trivnaðarætlan, tí Mentamálaráðið hevur álagt øllum skúlum at gera trivnaðarætlan.
Felagið vísir eisini til tað, Bjørn á Heygum hevur sagt í tinginum, einaferð Rigmor Dam spurdi um hesi viðurskiftini.
Tá segði Bjørn Kalsø, at hann helt ikki, at tilvildin ræður í fólkaskúlanum.
Hann vísti á, at skúlaleiðarin hevur ábyrgdina av, at skúlin hevur eina trivnaðarætlan
Hann er annars sannførdur um, at flokslærarnir gera eitt stórt arbeiði at skapa fakligar avbjóðingar og sosialan trivnað í einstøku flokkunum.
Síðst í juni handaðu annars handaðu tríggir næningar í áttanda flokki
landsstýrismanninum skriv, har tey heittu á hann um at raðfesta trivnað hægri í fólkaskúlanum.
Tað var ein áheitan, bæði Føroya Lærarafelag, Felagið Heim og skúla, Føroya Pedagogfelag, Barnabata, Akt-felagið, Serlærarafelagið, Ættleiðingarfelagið og Fosturforeldrafelagið standa aftanfyri.
Í hesum sambandi mæla tey til, er, at landsstýrismaðurin tryggjar, at allir skúlar hava eina greiða trivnaðarætlan og at trivnaðarætlanin verður brúkt, tá ið trivnaðurin er vánaligur og skal styrkjast, skrivar Skúlablaðið.










