Myndugleikarnir í Kili siga nú, at jarðskjálvtin hevur kravt 350 mannalív í býnum Conception, og at 358 hava latið lív aðrastaðni í jarðskjálvtaøkinum. Kilski forsetin, Michelle Bachelet, sigur, at tað kann væl vera, at talið á deyðum verður størri, so hvørt sum bjargingarliðini taka seg fram í teimum rapaðu húsunum.
Sjónvarpsmyndir úr Conception vísa, at nógv hús í býnum eru farin, og at flóðaldan frá skjálvtanum hevur skolað fleiri fiskifør upp á land.
Danska uttanríkisráðið sigur seg hava skrásett, at 244 danskir ríkisborgarar eru í Kili, og yndugleikarnir hava havt samband við 203 teirra.









