Meiri enn 20 fólk deyð í flóðaldum

Myndugleikarnir í Salomon-oyggjunum í Kyrrahavinum siga, at heilar bygdir eru skolaðar burtur. BBC sigur, at flóðaldurnar, sum stóðust av einum hørðum jarðskjálvta langt undir havbotninum, hava kravt minst 20 mannalív á Salomon-oyggjunum, og at millum 20 og 25 hava fingið skaða.

Sagt verður, at flóðaldurnar vóru einar 10 metrar høgar, og at nógv fólk eru vorðin heimleys, tí aldurnar tóku alt við sær.

Jarðskjálvtin hevði miðdepil einar 10 kilometrar undir havbotninum einar 180 fjórðingar útnyrðing úr Salomon-oyggjunum, og hann var 8,1 á Richter-stiganum.