Meiri eftirlit í Evropa

Ætlanin at stovna eitt evropeiskt CIA verður ikki sett í verk, men myndugleikarnir fara at savna fleiri upplýsingar um borgararnar í Evropa

Sum lið í bardaganum ímóti yvirgangi hava leiðararnir í ES samtykt at savna fleiri upplýsingar um borgararnar. Eitt nú skulu myndugleikarnir hava fleiri upplýsingar um passið hjá tí einstaka, flogferðir, telefonsamrøður, hvussu fólk nýta alnótina, og hvat tey nýta hana til.

Evropa verður eitt eftirlitssamfelag, siga tey, sum halda tiltøkini vera ov víðgongd, men leiðararnir í ES-londunum siga tey vera neyðug í bardaganum ímóti yvirgangi. Og tiltøkini verða fleiri.

Umframt eftirlitið við tí einstaka borgaranum skulu myndugleikarnir savna og samskipa allar upplýsingar um yvirgangsmenn og yvirgangsatsóknir í Evropa. Teir skulu eisini samskipa upplýsingar um ymisk spreingievni og mannagongdina hjá yvirgangsmonnum. Alt skal savnast á einum staði.

Passini, sum í dag verða nýtt í Evropa, skulu skiftast út. Í seinasta lagi í juni næsta ár kemur eitt nýtt pass. Tað skal hava tær vanligu upplýsingarnar um eigaran, men harafturat skal fingramerkið hjá eigaranum setast í passið.

Samstundis er avgjørt, at í framtíðini skulu flogfeløgini goyma upplýsingar um, hvør hevur ferðast við flogførunum, og tað sama verður galdandi fyri telefonfeløg og alnótaútbjóðarar. Í Danmark hevur stjórnin longu skotið upp, at allur teldupostur skal goymast minst tríggjar mánaðir.


Yvirgangsovasti

Á toppfundinum í Bruxelles fyrradagin samdust leiðararnir um at gera álvara av tosinum um at samskipa tann evropeiska bardagan ímóti yvirgangi. Upprunaliga varð ein slík ætlan samtykt í september í fjør, men atsóknin í Madrid tann 11. mars hevur skumpað undir londini.

Samstundis hevur ES fingið ein yvirgangsovasta. Tað er niðurlendingurin Gijs de Vries. Hann skal samskipa bardagan ímóti yvirgangi og tryggja, at tey einstøku londini halda tær nýggju eftirlitsreglurnar. Hann skal eisini hava tað regluliga samskiftið við amerikonsku myndugleikarnar um yvirgang.