Meiri avreitt av botnfiski ? virðið minkar

Avreiðingar um avreiðingarskipanina fyri januar mánað 2009 vísa, at samantalt er áleið sama nøgd av fiski komin upp á land í januar í ár mun til januar mánað 2008. Nakað meira av botnfiski varð avreitt - um 10%.

Annarleiðis sær út, tá talan er um avreiðingarvirðið. Frásagnirnar í fjølmiðlunum seinasta tíðina um fallandi fiskaprísir sæst aftur í uppgerðini av avreiðingarvirðinum. Samantalt er avreiðingarvirðið fyri januar mánað í ár minkað 28% í mun til 2008. Sjálvt um nøgdin av botnfiski vaks 10% fyrsta mánaðin, so fall avreiðingarvirðið á botnfiski 22%, skrivar Hagstovan.