Havstovan hevur nú fyribilsúrslitini av fyrra túrinum á yvirlitstrolingunum í heyst.
Høvuðsendamálið við yvirlitstrolingum er at fáa til vega tilfar, sum skal brúkast í stovnsmetingunum av toski, hýsu og upsa.
Fyribilsúrslitini vísa, at eitt sindur meiri var at fáa av toski og hýsu, meðan eitt sindur minni var at fáa av upsa.
Havstovan sigur, at nógv meiri var at fáa av makreli, rossamakreli og sild.
- Nógv var av smáum svartkjafti vestan fyri og sunnan fyri, men sum nakað nýtt var nærum eingin smáur hvítingsbróðir fingin. Hinvegin var nógv av stórum hvítingsbróðuri, sigur Havstovan.
Lagt verður aftrat, at magakanningar vístu, at sera lítið er av nebbasild.