Meiri av tí sama

Hann fer at øtla vindin sum vikuskiftið nærkast.

Eitt lágtrýst millum suðurgrønland og Ísland verður liggjandi og tað tilhoyrandi brúgvalagið snarar inn yvir Føroyar komandi døgnið. Síðani gerst veðrið støðugari av einum hátrýstsryggi sunnan ífrá. Frá hósdegnum fara fleiri brúgvaløg við regni at flyta seg yvir oyggjarnar av útsynningi og suðri.

 

Týsdagin verður lot til andøvsgul av útsynningi og vestri, 3 til 8 metrar um sekundið. Út á dagin verður skýggjað og regn av og á, men síðani klárar í og tað verður onkur sólglotti og annars yvirhøvur turt. Hitin millum 7 og 11 stig. Um náttina verður lot til andøvsgul av útsynningi, undir 8 metrar um sekundið. Samdrigið og yvirhøvur turt. Hitin millum 3 og 8 stig, í støðum niður móti frostmarkinum.

 

Mikudagin verður lot til andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein sunnan og landsynning, 3 til 8 metrar um sekundið. Turt og sólglottar. Um kvøldið og náttina verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á. Hitin alt døgnið um 8 stig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av landsynningi og eystri, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og támut og regn av og á. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, seinni suðri, 8 til 13 metrar um sekundið, og skýggjað og regn. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, men seinni klárar í, tó okkurt æli. Um kvøldið og náttina andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið og samdrigið og ælaveður. Hitin alt døgnið millum  7 og 11 stig.

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið, um náttina makar hann tó vindin. Ælaveður, men eisini sólglottar, um náttina eina stund regn av útsynningi. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 9 stig.

 

Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Ælaveður, men onkrir sólglottar. Út á dagin regn av útsynningi. Hitin alt døgnið millum 7 og 10 stig.