Tað skal vera meiri virksemi á Suðuroya Sjúkrahúsið og onkur nýggj viðgerð í Føroyum skal eisini skipast á sjúkrahúsinum.
Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, nú hon hevur hevur greitt Løgtinginum frá, hvussu hon ætlar at menna sjúkrahúsverkið hesi næstu árini.
Hon staðfestir, at Suðuroyar Sjúkrahús skal framhaldandi vera lokalsjúkrahús fyri Suðuroynna við eini sterkari tilbúgving.
Umframt tað virksemi, sum longu er á Sjúkrahúsinum, skulu eisini fleiri smærri skurðviðgerðir gerast í Suðuroy. Her er talan um skurðviðgerðir, at sjúklingarnir verða útskrivaðir aftur sama dag, teir verða innlagdir.
Í hesum sambandi verður hugsað um urologiskar viðgerðir brokkskurviðgerðir, æðraknútar, sterilsatión, og annað.
– Eisini fleiri skulu fleiri smærri tilrættislagdar skurðviðgerðir vera á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Somuleiðis verður umhugsað, at gera enn fleiri kikarakanningar á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sigur landsstýriskvinnan.
– Harumframt skal pínuviðgerð bjóðast á Suðuroyar sjúkrahúsi, soleiðis at tey, sum í dag verða send uttanlands, í størri mun kunnu fáa viðger fara í Suðuroy.
– Somuleiðis er ætlanin at varðveita og styrkja ta hjarta - rehabilitering, sum er í dag á sjúkrahúsinum, og sum frá líður skal hetta verða ein partur av eini skipaðari hjarta - rehabilitering í einum toymi, sum virkar fyri alt landið.
Les eisini: Fleiri skurðviðgerðir skulu vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sirið Stenberg sigur eisini, at tilboðið á Suðuroyar sjúkrahúsi um endurvenjing, verður ment til at fevna um sjúklingar úr øllum landinum.
– Hetta verður gjørt soleiðis, at Suðuroyar sjúkrahús bjóðar uppihald við endurvenjingum til sjúklingar við lungnasjúkuni, KOL, krabbameini, gikt, og øðrum kroniskum sjúkum.
– Harumframt skal Suðuroyar Sjúkrahús framhaldandi hava endurvenjing fyri sjúklingar, aftan á ymsar skurðviðgerðir, sigur landsstýriskvinnan.