» ? Tað er neyðugt við 50-60 stovnsplássum til eldri fólk í Havnini tey næstu árini?
? Og í longdini er neyðugt við 70-80 plássum, tí tey eldru økjast í tali?«
Hetta er partur av boðskapinum, sum arbeiðsbólkur hjá Tórshavnar kommunu er komin til, eftir at álit er skrivað um viðurskiftini hjá eldru havnarborgarunum.
Ein framrokning vísir, at í ár 2.016 verða 1.820 fólk í Tórshavnar kommunu eldri enn 70 ár, og eru tað 556 fleiri enn í dag.
Afturat hesum kemur, at tørvur verður á eini rúgvu av øðrum tiltøkum fyri at bøta um korini hjá teimum eldru í kommunu.
Henda høvuðsniðurstøða eigur at geva okkara kosnu kvinnum og monnum nakað at hugsa um. Tað nyttar einki bara at tosa um, at hetta er ein spurnigur um raðfesting. Tí tað heldur ikki. Vit kunnu ikki raðfesta, nær fólk verða gomul.
Málið er sera einfalt - tað er ein spurningur um vilja. Vilja politikarar bøta um viðurskiftini - ella vilja teir ikki.
Formaðurin í Sosialu nevnd í Tórshavnar býráð sigur í dag við Sosialin, at skal nakað fáast á skaftið, so er tað avgerandi neyðugt, at kommunan fær størri ávirkan, og at greiður skilnaður verður ímillum landið og kommuna á eldraøkinum.
Tað er einki at ivast í, at nærdemokratiið á hesum øki kann føra til munandi batar - og at lokalu politikararnir hava størri føling við, hvussu tey gomlu í kommununum hava tað.
Vit hava á hesum stað fyrr víst á, at fleiri miðlar skulu setast av til tess at bøta um korinin hjá okkara gomlu. Hetta fara vit at halda fast um. Og vit fara at halda fast um, at hetta ikki er ein spurningur um raðfesting, men ein spurningur um vilja.
Á henda hátt kunnu okkara politikarar vísa størri virðing fyri okkara gomlu?