Meira vinir

Sjónvarpsrøðin Vinir kemur aftur á skíggjan  men tað verður bert í stutta tíð. Framleiðararnir hava eftir drúgt arbeiði fingið avtalu við allar sjónleikararnar um, at teir spæla við í fýra pørtum av Vinum afturat.

 Sjónvarpsrøðin var sera væl umtókt í síni tíð, og tað kostar eisini framleiðarunum nógvar pengar fyri at fáa fýra partar afturat framleiddar. Nýggju partarnir av Vinum skulu vísast í USA seint í hesum árinum, og roknað verður við, at hyggjartalið verður sera stórt.