Meira verður endurnýtt

Tað er líkt til, at vit føroyingar eru meira tilvitaðir um endurnýtslu. Í fjør fóru 11,8% meira av pappíri og pappi til endurnýtslu. Meira fer eisini til endurnýtslu av bilvrakum og spillolju. Minking var tó í nøgdunum av plasti, jarni og elektronikki


Í ársfrásøgnini hjá IRF fyri 2018 sæst, hvussu nógv verður brent, og hvussu nógv verður endurnýtt.



Pappír og papp

Skiljihøllin hjá IRF á Hagaleiti tekur ímóti pappíri og pappi úr øllum landinum. Í 2018 var útflutningurin av pappíri og pappi tilsamans 2.062 tons, og er hetta 11,8% meira enn í 2017.

Hækkingin kann sigast at vera ein ábending um, at føroyingar gerast alsamt meira tilvitaðir um at skilja burturkast til endurnýtslu.


Plast og gummi

Endurnýtsla av plasti fevnir um stórar plastsekkir, trol, garnaleivdir, aliringar, bleytt vøruplast og einnýtisíløt (PET-fløskur). Útflutt vórðu 631 tons av plastburturkasti í 2018, sum er 21,2% minni enn árið fyri.

Orsøkin til lækkingina er, at í 2017 sendi IRF eina stóra nøgd av plasti, ið felagsskapurin hevði havt á goymslu, til endurnýtslu. Plastið, ið er sent til endurnýtslu í 2018, fevnir bert um tær nøgdirnar, sum IRF tók ímóti í árinum.


Jarn og metal

IRF útflutti 2.594 tons av jarni í 2018, sum er 14,2% minni enn í 2017.

Orsøkin til lækkingina er, at prísurin fyri at lata jarn til endurnýtslu var sera góður í 2018, og tá er áhugin hjá privatum veitarum størri sjálvi at savna jarn inn og senda til endurnýtslu. Tá ið jarnprísurin á altjóða endurnýtslumarknaðinum er høgur, fær IRF ikki eins nógv jarn inn, sum tá ið prísurin er lágur, stendur í ársfrásøgnini.


Bilvrak

Í 2018 tók IRF ímóti 601 bilvrakum, og er hetta nærum 30% meira enn tey 464 bilvrakini, sum komu inn í 2017. Miðalvektin á bilvrakum er ásett at vera 1,279 tons (miðalvekt sbrt. Akstovuni).

IRF tekur ímóti bilvrakum í Suðuroy, Sandoy og í Klaksvík. Bilarnir verða umhvørvisviðgjørdir á Kommunalu Brennistøðini á Hjalla (KB), áðrenn teir verða sendir til endurnýtslu uttanlands.


Elektronikkur

Í 2018 útflutti IRF 173 tons av elektroniskum burturkasti. Í 2017 var talið 242 tons.
Hetta talið er nakað lækkað, men verður hugt aftureftir, sæst, at talið sveiggjar frá ári til ár. 

Góða samstarvið hjá IRF við Dugna heldur fram. IRF stuðlar Dugna við ókeypis flutningi av bingjum frá kommunalu endurnýtsluplássunum til Dugna á Kambsdali. Í 2018 tóku starvsfólk hjá Dugna 516 teldur sundur fyri IRF. Árið fyri var talið 440 teldur.

Elektronikkurin og jarnið av teldunum fer til endurnýtslu, og plastið verður brent.
Í 2018 útflutti IRF 76 tons av kuldaskápum og frystiboksum (CFC-burturkast). Tað er 11,4% meira enn árið fyri. Aðrar hvítvørur verða ikki roknaðar upp í elektroniskt burturkast, men verða roknaðar upp í jarn og metal.

Spillolja 

Spilloljuverkið á Hagaleiti tók ímóti 22,5% meira av spillolju og oljudálkaðum vatni í 2018 enn í 2017, og av hesum vórðu út við 100% endurnýtt, stendur í ársfrásøgnini hjá IRF.