Meira vanligar veitingartíðir í eygsjón

Tørvurin á smálutum í bilídnaðinum hevur elvt til drúgvar veitingartíðir upp á bilar, sum hevur ávirkað bilasøluna í alt 2022.

 

Í Føroyum minkaði sølan av akførum við sløkum 20 prosentum fyrra hálvár – og í Danmark er sølan minkað við einum sløkum fjórðingi ársins fyrstu sjey mánaðir. Kortini tykist tað nú, at broyting er í.

Tað skrivar felagið hjá donskum bilinnflytarum í tíðindaskrivi.

Fallið í bilasøluni passar væl til gongdina í árinum. Men nú tykist venda at koma í veitingarliðini hjá bilídnaðinum.

»Bilídnaðurin hevur verið hart raktur av, at smálutir til bilar hava manglað, og útlitini til samlaðu bilasøluna fyri 2022 hevur so líðandi verið niðurjusterað. Tað er tíð positivt, at fleiri bilframleiðarar nú boða frá betring í veitingarketunum. Sjálvt um tað ikki enn sæst í tølunum, so vóna vit at kunna røkka sølutølunum aftur í ársins seinnu hálvu«, sigur Mads Rørvig, sum er stjóri hjá De Danske Bilimportører.

Serliga er tað tørvurin á mikrochips, sum hevur skapt trupulleikar í stórum pørtum av bilídnaðinum, sum  eisini hevur rakt veitingina av elbilum. Kortini hevur sølan og eftirspurningurin ongantíð verið størri í Danmark, har vøksturin í juli var 44,3 prosent samanborið við sama mánað í fjør. 

Tølini frá Akstovuni um bilasøluna í juli eru ikki komin enn. 

Í Danmark var parturin av elbilum í juli 20 prosent, sum er hægsta tal síðani desember í 2021. Hetta merkir eisini, at sølan av elbillum í 2022 er størri enn sølan av plug-in hybridbilum.

»Elbilar hava verið serliga hart raktir av tørvinum á smálutum, tá júst hesir bilar brúka fleiri mikrochips enn aðrir bilar. Tí er tað positivt, um veitingartíðin á elbilum verður styttri, so fleiri fáa nøktað tørvin á ynskinum um ein elektriskan bil«, sigur Mads Rørvig.